? Tað er umráðandi at fáa tað út, sum man hevur innaní sær sjálvum, og tí er tað neyðugt hjá mær at geva hesa fløguna út, sigur Eivør Pálsdóttir um komandi fløgu sína.
Nú eru longu fýra ár síðani hon gav eina fløgu út í egnum navni, og nú er tíðin aftur búgvin til enn eina útgávu.
Eivør hevur sjálv smíðað øll løgini á fløguni uttan tvey skjaldur, sum eisini eru við. Harumframt hevur hon skrivað allar tekstirnar, sum eru á føroyskum.
Tað er íslendska plátufelagið Tólv Tónar, sum gevur plátuna út, og Eivør hevur saman við bólkinum verið í Rainbow Studio í Oslo og tikið fløguna upp.
? Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at sloppið í júst hetta studio at taka upp, tí hetta er eitt av teimum bestu upptøkuhølunum um okkara leiðir, sigur Eivør, sum bert nýtti fýra dagar í upptøkuhølunum.
Hetta er heldur stutt tíð, men um tónleikararnir eru væl fyrireikaðir, so ber tað til at taka eina eina fløgu upp eftir fýra døgum.
Royndir tónleikarar
At framføra sín tónleik hevur Eivør fingið tríggjar royndar íslendskar tónleikarar. Hesir eru Petur Gretarsson á trummum, Birgir Bragason á kontrabassi og Edvardi Laurusson á gittar.
? Hetta eru allir tilkomnir menn og royndir tónleikarar, sum undirvísa á tónleikaskúla í Reykjavík. Eg leitaði eftir royndum tónleikarum til hesa fløguna, greiðir Eivør frá.
Fleiri íslendsk plátufeløg lógu framvið og vildu geva eina fløgu við Eivør út, men hon valdi at enda Tólv Tónar. Orsøkin til tess var, at hetta plátufelagið ikki hevur so nógv onnur jørn í eldinum, og tí kundi hetta felagið leggja alla sína orku í júst hesa fløguna.
Fólkatónleikur
Tónleikurin á fløguni líkist nakað tónleikinum á tí fyrru fløguni hjá Eivør, sum kom út fyri fýra árum síðani.
? Man kann samanbera hesa fløguna við ta fyrru, men tað er ein menning farin fram, og tónleikararnir eru ikki teir somu, sigur Eivør Pálsdóttir.
Hon hevur arbeitt við hesi fløguni í eitt ár ella so, og Eivør greiðir frá, at hon hevur ligið inni við nógvum tilfari til hesa fløguna. Væntandi verða tíggju løg á fløguni.
Í gjár fór Eivør aftur til Íslands, har hon skal leggja seinastu hond á fløguna, sum verður framleidd í næstum. Hon kemur síðani aftur til Føroya, og hon skal tann 13. august hava konsert í Norðurlandahúsinum og tann 14. august er konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Eivør nevnir eisini, at hon nú hevur fingið sín egna persónliga klædnadesignara. Tað er Svanhild Strøm, sum fyri stuttum er útbúgvin designari á designskúlanum Teko í Herning. Eivør fer á sínum framførslum at vera í klæðum frá Svanhild.