Hóast heilsan var farin at bila, so hevði hann tað hampuliga gott. Gjørdi tað sum hann var vanur sum ein góðir húsfaðir. Og ikki at gloyma seyðin, sum hann hevði stóra umsorgan fyri.
Kenst høvdu vit frá ungum árum av, men serstakliga tey seinastu 40 árini. Mest í fjøruni, men eisini heima, har eg mangan havi sitið væl.
Og hugfarsligur at koma inn til, og altíð við tí góða orðinum.
Lívsstarv hansara var serliga útróður, men eisini skipslívið kendi hann. Nakað av jørð var í húsinum, og tók tað sína tíð. Seinni kom hann í vegarbeiði í oynni, tá tunnilsarbeiði skuldi setast í gongd, og var so har til hann gavst vegna aldur. Í Mikladali búði hann alt sítt lív, við undantak av einum ári í Havn.
Á tí andaliga økinum var hann altíð greiður og støðufastur, og altíð fúsur at hjálpa til bæði í kirkju og øðrum samanhangi. Bæði at ringja fyri og lesa fyri pápan, tá honum barst frá. Fyri síðan at lesa fast frá 1986-1987, til hann nú andaðist 76 ára gamal.
Trúfastur, álítandi og reinmeintur, og havi eg alt gott at bera honum og teirra húski. Undarligt í dag at ganga fram við og eingin Eivind.
Tey høvdu glett seg at fara til Noregs í brúdleyp hjá abba- og ommudóttrini. Men soleiðis skuldi tað ikki verða. Harrans vegir eru ikki okkara vegir.
Eivind var giftur við Kirsten Wolles av Trøllanesi, og áttu tey 3 børn, Mathildu, Eyðun og Magnus. Øll búgva í oynni ? Eyðun á Trøllanesi.
Báðir synirnir hava nú tikið við í kirkjuni; Eyðun sum deknur og Magnus sum klokkari.
Mátti Harrin styrkt tykkum í sorgini eftir at hava mist ein góðan mann, pápa, abba og langabba. Sagt verður, at tíðin lekir nógv sár.
Friður veri við minninum um Eivind Eliassen.
Hjalmar