Tað gekk rættiliga illa við at finna, hvar Sjóvar Kommuna helt til. Eftir at nøkur av teimum lokalu høvdu verið beinasom, varð húsið funnið. Sjóvar Kommuna heldur til í einum húsum, sum liggja rættiliga ovaliga í bygdini. Tað er kanska heldur ikki heilt lætt at finna fram á Strondum hjá einum fremmandamanni.
Tá tú komst inn, so var tað mestir sum um, at tú vart komin skeivt, tí beint sum tú komst inn var ein ansingarstovnur. Eg var tó beindir uppá aðru hædd, har Sjóvar Kommuna skuldi vísa seg at halda til. Kommunuskrivstovan hjá Sjóvar Kommunu húsast á aðru hædd í húsunum, sum Kommunan í sínari tíð lat byggja. Á skrivstovuni sita til dagligt tvær skrivstovukonur hálva tíð, men hesa tíð av degnum er bara Eivind at hitta. Skrivstovan er ikki serliga stór. Har er eitt rúm til skrivstovufólkið, og so er eisini tann týdningarmikla borgarastjóraskrivstovan. Eivind er fryntligur og biður útsenda at vera vælkomnan, og vit sessast við eitt skrivaraborð.
Á landi og á sjógvi
Nýggja kommunulóggávan ásetur kommunum á stødd við Sjóvar Kommunu at hava borgarstjóran í hálvtíðarstarvi. Hetta starv røkir Eivind í løtuni. Hetta er tó bert tað seinasta starvið av fleiri á einari higartil fjøllbroyttari yrkisleið.
Eivind varð borin í heim hin 13. november 1968 á Strondum, og lat tað verða sagt beinanvegin, at Eivind alla sína tíð hevur búleikast á Strondum. Foreldur hansara eita Sune og Lena Jacobsen.
Eftir at hann var liðugur við 10. flokk, so stevndi hann út á hav. Eivind var sjómaður í tíðarskeiðinum 1985 til 89. Eftir øllum at døma fekk hann brell av hesum, tí hann fór á skiparaskúla í 1989. Eftir lokna útbúgving í 1990, sigldi Eivind úti í tvey ár.
Eftir at havið hevði verið hansara arbeiðspláss síðani fólkaskúlan, vendist hugurin hjá Eivind munandi. Hann legðist upp á land og fór á handilsskúla. Eivind sigur um hesa avgerð, at hann heilt einfalt ikki tímdi nakað serligt at vera á sjónum longur, og hann sá heldur ikki nakra framtíð í at vera sjómaður. Eivind tók HH-prógv í 1995.
-Tá man er so gamal, sum eg var tá, so kann man gott hava eina ætlan, og eg ætlaði mær at vera løggildur grannskoðari, sigur Eivind.
Eivind fór eisini í starv hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen&Weihe, men hetta gjørdist ikki ein trúgv tíð, tí hann starvaðist einans nakrar mánaðir hjá grannskoðaravirkinum. Orsøkin til at Eivind so skjótt uppgav at gerast grannskoðari var tann, at hann gjørdist partaeigari í P/F Máling (nú Stranda Máling). Tá tú ert grannskoðari, so eru rættiliga skrappar reglur um, at tú ikki mást eiga part í vinnulívinum sjálvur, sigur Eivind Jacobsen.
Tað var tann 1. mars 1996, at Eivind gjørdist partaeigari í málingavirkinum, og her hevur hann verið síðan.
Politiska lívsleiðin hjá Eivind hevur ikki verið so drúgv. Hetta er seinna skeið hansara sum borgarstjóri, og enn resta trý ár eftir av hesum valskeiðinum. Eivind hevur gingið eina skjóta leið í politikki, tí hann hevur alla sína tíð sum politikkari sitið sum borgarstjóri. Listin hjá Evindi fekk tríggjar av teimum táverandi fimm bygdaráðslimunum. Úrslitið var síðani, at Eivind gjørdist borgarstjóri, og hetta starv røkir hann framvegis.
Málingin
Ein partur av Eivind Jacobsen er vinnulívsmaðurin Eivind Jacobsen. Eivind keypti, sjálvur annar, stóran part av P/F Máling. Tað var saman við Jógvan Óla á Fríðriksmørk, at Eivind fór undir at vera málingaframleiðari. Tað var Jógvan Óli, sum vendi sær til Eivind við hugskotinum.
- Vit keyptu okkum inn í eitt væl rikið felag, og vit hava ongantíð havt trupulleikar við eitt nú gjaldførinum, sigur Eivind.
Tað var í 1996, at Eivind gjørdist ein av partaeigarunum í Stranda Máling ella Máling, sum flestu fólk á Strondum vilja kalla virkið. Síðani tá er nógv farið fram, og fyritøkan er í dag munandi størri. Eivind eigur ikki longur líka stóran part av fyritøkuni, men hetta nervar ikki hann, tí hann sigur, at tað snýr seg jú um at gera eina góða ?forrætning?.
Eivind eigur eisini eini hús, sum hann leigar út, og hann verður eisini av nøkrum skýrdur at vera kapitalist.
Politikkurin og lesarabrøvini
Tað, sum Eivind Jacobsen hesa seinastu tíðina hevur verið mest kendur fyri, er óivað hansara mongu lesarabrøv. Tað má sigast at vera oftani, at Eivind setur seg aftanfyri knappaborðið og gevur føroya fólki eitt sindur at tyggja uppá.
Eivind sigur, at tá hann legðist upp á land, so vaks hansara áhugi fyri poltikki, og hann hevur síðani verið á at kalla hvørjum einasta fundi hjá Samhald, ið er lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni.
- Eg havi altíð hildið, at vit skulu hava samband, og vit skulu vera eitt sindur liberalir. Eg kundi í framtíðini eisini hugsað mær at sæð ríkisveitingarnar horvið, sigur Eivind.
Til kommunuvalið á Strondum verður ikki stillað upp í politiskum flokkum, so tað eru fólk kring landið, ið fyrst og fremst kenna Eivind sum ein sambandsmann. Heldur ikki verður nakað serligt valstríð gjørt - í øllum førum hjá Eivind.
- Tá tað kemur so vítt, at sannleikin verður køvdur, so má eg tala at, sigur Eivind Jacobsen, tá spurt verður um orsøkirnar til alla hesa nógvu skrivingina.
- Eg sigi tingini soleiðis sum tey eru, og eg eri ikki bangin fyri kritikki, og eg eri mangan vorðin spiltur út. Tað ber sagtans til at tiga fyri friðin skyld, men tað hevur týdning fyri demokratiið, at tú sleppur at siga tína meining, sigur Eivind.
Eivind sigur eisini, at nógva skrivingin hjá honum í seinastuni eisini skyldast teirri orsøk, at hann hevur verið rættiliga virkin í Sambandsflokkinum, og har kemur ymiskt fram fyri hann, sum hann metir vera neyðugt at koma fram við ella gera viðmerkingar til.
Eivind gevur sær sjálvum tey skoðsmál, at hann dugir at siga tingini soleiðis sum tey eru, og at hann dugir at grundgeva fyri sínum meiningum. Hann kann taka undir við, at hann er treiskur, og hann er kanska enntá eisini eitt sindur ráðaríkur.
- Eg eri eisini realiskt, sigur Eivind
Hampafólk á ting
Eivind hevur eisini greiðar hugsjónir og ambitiónir tá tað kemur til politikkin. Sum áður nevnt, hellir hann til tað høgru síðuna, men hann hevur eisini onnur sjónarmið, ið kanska ikki so lætt kunnu spennast yvir vatnrætta ásan í politikki.
- Eg haldi, at tað áttu at vera fleiri kvinnur í tinginum, tí hetta er ikki meira enn rættvíst, men tær, sum eru, eru ikki allar ov góðar, sigur Eivind Jacobsen.
- Tað eiga at sita hampafólk í løtinginum, men hesi eiga ikki at sita ov leingi. Vit eiga eisini at vera liberal, men vit mugu samstundis hava umsorgan fyri øllum, sigur Eivind.
Viðvíkjandi vinnulívinum, sigur Eivind, at tað snýr seg um at gera tað so gott sum man kann og royna at gera eina góða forrætning.
Ætlar at stilla upp til Løgtingið
Tá prátið fer at snúgva seg um framtíðina, so er óneyðugt at spyrja, hvussu verður við skrivingini, tí tað verður óivað trupult hjá Eivind at steðga á nú.
Hansara framtíð innan tann politiska heimin er kanska meira spennandi.
- Eg kundi hugsað mær at stillað upp til Løgtingið, og eg ætli mær ikki at halda fram eitt valskeið afturat sum borgarstjóri, sigur Eivind.
Eivind sigur seg vilja gera tað, sum hann kann, og hetta kann m.a. vera gjørt við at stilla upp til løgtingið, sigur Eivind Jacobsen.
- Eg haldi ikki tað er rætt, at eg verði sitandi sum borgarstjóri longri enn hetta valskeiðið, tí tá havi eg havt ríkiligt av tíð. Tað mugu ver nógvir frægir menn í Sjóvar Kommunu, sum høvdu riggað væl til uppgávuna, sigur Eivind Jacobsen.
Hvussu verður og ikki hjá manninum av Strondum, so er tað nógv sum týðir upp á, at hann verður nógv at síggja og hoyra til í framtíðini.