Fyrrverandi borgarstjórin á Strondum og nú kanska mest kendur sum vertur á útvarpsstøðini R7, Eivind Jacobsen, stendur á valevnislistanum hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag, nú felagið hevði annan uppstillingarfundin í gjárkvøldið.
Eivind Jacobsen var annars íðin Sambandsmaður. Hann hevur einaferð stillað upp fyri Sambandsflokkin, tá hann í 2002 fekk 41 atkvøður í Norðoya valdømi.
Teir báðir løgtingslimirnir hjá flokkinum úr Eysturoynni, Jógvan á Lakjuni og Joen Magnus Rasmussen, stillað báðir upp aftur.
Annars eru sjey mans á listanum, men eingin kvinna. Ei heldur er nakað umboð fyri Huxa á hesum listanum frá øðrum uppstillingarfundi. Ein uppstillingarfundur skal vera afturat, og tá kemur væntandi okkurt navn á listan afturat.
Eitt annað væl kent navn er á listanum, Poul Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic, sum hevur verið sera atfinningarsamur móti fiskivinnunýskipanini.
Nøvnini á listanum higartil eru:
Jógvan á Lakjuni
Joen Magnus Rasmussen
Poul Huus Sólstein
Eivind Jacobsen
Jonhard Danielsen
Símun Jóanesarson Hansen
Jákup Martin Kjeld