Í samband við at Eivør innspælir nýggja liveplátu verða konsertir á skránni. Hesar verða í Sjónleikarhúsinum í Havn, fríggjakvøldið 6. januar og leygarkvøldið 7. januar. Vegna sera góða undirtøku, verður nú skipað fyri eykakonserst sunnukvøldi 8. januar klokkan 20.
Eivør fer saman við bólki sínum, ið er mannaður við Høgna Lisberg og Mikael Blak, at spæla løg av seinastu útgávum hennara Slør, Bridges og Room. Marius Ziska og Allan Tausen eru serligir gestir á hesum konsertum, har teir fara at framføra nøkur av sínum egnu løgum umframt syngja teir við í nøkrum av løgunum hjá Eivør.
Trýst á pílin á myndini og hoyr eitt lítið brot frá seinastu konsertferðini hjá Eivør í Týsklandi, har tey framføra brot úr lagnum BRIDGES saman í eini hotel song í Køln.