Eivør útsetir konsertferð

Konsertferð hjá Eivør í USA og Kanada er útsett

Í gjár skuldi Eivør Pálsdóttir fara undir konsertferð í USA og Kanada. Á skránni vóru 13 konsertir í býum sum New York, Los Angeles og San Fransisco. Men nú er greitt, at konsertferðin verður av ongum júst nú.

 

12 av teimum 13 konsertunum eru fluttar til í summar, og ætlanin er, Toronto eisini skal koma aftur á skránna í summar.

 

Tað er koronusmittan, sum forðar fyri, at konsertferðin hjá Eivør kann haldast nú.

 

– Avmarkingarnar av koronutiltøkum gera, at tað er ógjørligt at ferðast og hava konsertir í løtuni, og sjálvandi hugsa vit eisini um trygdina hjá fólki, sigur Eivør Pálsdóttir í sambandi við avlýsingina.

 

– Góðu tíðindini eru, at okkara røsku bókarar hava megnað at flutt konsertirnar, so í minsta lagi kunnu vit gleða okkum til tær seinni, sigur Eivør.

 

Øll atgongumerki, sum eru keypt til konsertirnar í januar, kunnu brúkast í summar. Fólk kunnu eisini fáa tey afturrindað, um tey heldur vilja tað.

 

Nýggja konsertferðin hjá Eivør í Norðuramerika verður í juli og august. Fyrsta konsertin verður 26. juli í Montreal í Kanada, og tann seinast verður í Los Angeles í USA 13. august. Harímillum spælir Eivør í amerikansku býunum Somerville, New York, Silver Spring, Chicago, Minneapolis, Boulder, Portland, Seattle og San Fransisco umframt í kanadiska býnum Vancouver.