Seinnapartin Flaggdagin kom skipið á Vág, har tað lá til í dag, hósdagin, tá leiðin gekk til Havnar, veit sudurras.fo at siga.
Polarfront er eitt kent søguríkt veðurskip, sum í árunum frá miðskeiðis í 1970unum fram til 2010, var partur av veðurtænastuni hjá Norska Meteorologiska Instituttinum. Skipið hevur síðan 2017 verið á fronskum hondum, og hevur siglt sum ekspeditiónsskip í Norðuratlantshavið.