Virgar Dalsgaard
------
Í tveimum Dimmalættingum hevur tann hart prøvaði føroyski lesarin skulla sæð illsinnis- og øvundarglepsini frá eks-umbodnum úr Íslandi, frúnni Gunnvør Balle og so sjálvum flokksins superguru, harra H.H.
Makan til stupiditet og hysteri, sum hesar næstan identisku greinir skapa sær um, hevur ikki leingi verið at sæd, sjálvt frá politiskum óruddi á loysingarvonginum. Tey leggja á løgmann, tí hann dugir fólkaskikk og »loyvir« sær tad, sum einhvør normalur løgmadur hevdi tikid sær bædi tíd og rætt til.
Hvat rakar tað Balle, hvar okkara løgmaður fer í høviskum ørindum. Hon, sum sat fyri astronomiska løn í Reykjavík og hevði ilt við at fáa tíðina at ganga, tí hon hevði púrt einki av rationellum arbeiði at gera.
Hin fantasturin, sjálvur H. H. er sum vant øvundsjúkur á alt og øll, ikki minst løgmann, sum dugir sær hógv og roynir at troyta allar diplomatiskar leidir, sum ein skilagóður politikari skal. Men slíkur hugburður rúmast ikki í tí tronga tjóðveldisuniversinum, har bara briksl móti Danmark og danskarum fær innivist.
Eg eri ikki partamaður hjá Kaj Leo, løgmanni, men hann skal hava fult uppiborna rós fyri, at hann mótvegis H. H. og Balle dugir at bera seg pragmatiskt at. Politikkur er jú »det muliges kunst« , sum Bismarck tók til.
Slíkt pragmatiskt arbeiði koma tveir forblindaðir fanatikarar sum Balle og H. H. aldrin at duga, forstanda ella makta.