Nú var salurin enn einaferð fullur. Eftir at Magni Christiansen hevði fingið fjøldina í gospelhýr, tók amerikanska gospelsangarinnan Etta Cameron yvir. Hon gjørdi øll bilsin við at koma rokandi mitt gjøgnum salin og upp á senuna - eins og var salurin ein kirkja og hetta eitt kirkjugólv hon skuldi tvørturum, fyri at sleppa at syngja.
Hon legði hart út við tveimum so vælkendum løgum sum ?Down by the Riverside? og ?Nobody Knows the Trouble I´ve Seen?. Síðan bjóðaði hon Tórshavn Gospel Workshop Choir, sum hon kallaði tað, á pallin. Hetta kórið var eitt úrslit av einum av mongu verkskeiðunum, sum hava verið í sambandi við festivalin.
Lív í salinum
Etta visti, hvat hon vildi. Salurin skuldi upp at klappa og svinga, og hesa uppgávu legði Etta alla orku í.
Røddin var sermerkt - ikki so ótrúlig sum røddir hjá gospelsangarinnum onkuntíð eru, men hon hevði sálina við, og dugdi sera væl at spæla upp á sínar streingir.
Dirvi
Kórið var eitt havt um beinið, kundi ein bersøgin áhoyrari funnið upp á sagt, men her kann viðmerkjast, at tað er sera djarvt av Ettu Cameron at lova eina konsert við einum kóri, hon einki veit um og bert hevur vant í trý kvøld.
Hetta var kvøldið, tá fólkið var við, og lív var í salinum. Og tað er í øllum førum eitt gott ynski hjá teimum vitjandi at fáa uppfylt.