Hundalív
Leygardgin varð eitt verri hundalív í Ítróttarhøllini á Nabb í Havn.
Tá varð skipað fyri framsýning av ektaðum hundum, ella rasuhundum.
Men umframt at kappast um at verða besti, ektaði hundurin, varð eisini framsýning av mótaklæðum, bæði til hundin og til eigaran.
Tað var Beinta Vilhelmsen, ið vísti creatiónir, sum tað so fínt eitur, bæði til hundin og til eigaran.
Og áhugin fyri tiltakinum var sera stórur tí tað vóru fast í 100 hundar við í tiltakinum.
Eisini hjá teimum tvíbeintu, var áhugin stórur og tað mundi vera eini 800 fólk í ítróttarhøllini leygardagin.
Til sjálva kappingina høvdu tey fingið professionella dómaran, Kurt Nilsson, úr Svøríki, ið er kønur í øllum hundasløgum.
Harumframt vitjaði Henrik Johansen, sum er nevndarlimur í Dansk Kennel Klub.
Fyrst kappaðist allir hundarnir í hvørjum hundaslagi sær innanhýsis ímóti hvørjum øðrum.
Aftaná kappaðust vinnararnir í hvørjum hundaslagi so ímóti hvørjum øðrum.
Og tá ið avtornaði, var tað síðhærdi, min i gravhundurin, Molly, hjá Ninu Brockie, sum endaði ovast á sigursskamlinum, tí hann var tað, sum varð valdur at vera vakrasti rasuhundurin í kappingini.
Stuðlað framsýningi hava Djórahandilin, Djóralæknastovan, Djóralæknatænastan,
Meginfelag Búnaðarmanna og Sosialurin.