Ektaðir hundar kappast og vísa mótaklæði í Havn

Stórur áhugi er fyri hundakappingini og framsýningini av hunda-mótaklæðum, sum verður í ítróttarhøllini í Havn í dag Í allan dag verður eitt verri hundalív í Ítróttarhøllini á Nabb í Havn.

Tað er er ein framsýning av ektaðum hundum, ella rasuhundum, sum verður seinnapartin í dag.

Umframt at kappast um at verða besti, ektaði hundurin, verður eisini framsýning av mótaklæðum til hundar.

Og áhugin er stórur, tí longu í morgun høvdu 70 hundar melda til kappingina, men ætlanin var at tað skuldi bera til at fara niðan í ítróttarhøllina í morgun við ektaðum hundum og at melda til kappingina.

Framsýningin verður sett klokkan 13 í dag,Tá ið Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur, setir stevnuna og aftaná eitt sindur av tónleiki, byrjar mótasýningin.

Tað er Beinta Vilhelmsen, ið vísir creatiónir, sum tað so fínt eitur, bæði til hundin og til eigaran.

So verður farið undir sjálva framsýningina og til hana hava tey fingið professionella

Dómaran, Kurt Nilsson, úr Svøríki, ið er kønur í øllum hundasløgum.

Harumframt vitjar Henrik Johansen, sum er nevndarlimur í Dansk Kennel Klub.

Framsýningin er almenn og Nina Brockie, ið er ein av fyrireikarunum, vónar, at síggja nógv fólk til ein stuttligan og hugnaligan dag í ítróttarhøllini.

Men hon sigur, at tað er ikki loyvt hjá áskoðarum at hava hund við, sum ikki eru við í kappingini tí tað órógvar hundarnar, sum skulu kappast og vísa seg frá síni bestu síðu.

Stuðlað framsýningi hava Djórahandilin, Djóralæknastovan, Djóralæknatænastan,

Meginfelag Búnaðarmanna og Sosialurin.