Ektaður bluegrasstónleikur á Toftum 17. januar

Týskvøldið 17. januar klokkan 20.00 verður konsert í Nebo á Toftum við Buddy Greene & Jeff Taylor, sum rættiliga mong kenna frá sjónbondunum og fløgunum, sum Bill Gaither samtakið hevur givið út seinastu 18 árini.

 

Buddy Greene er kendur sum ein bluegrass-virtuosur, og megnar hann at spæla mong ymisk ljóðføri, sum verða brúkt innan henda serliga stílin, har leitað verður aftur til røturnar. Buddy Greene hevur eisini gjørt løg, m.a. kenda jólasangin, sum Kenny Rogers syngur "Mary Did You Know".

 

Buddy Greene er serliga stinnur at spæla uppá munnharpu. Vanligt er, at hann hevur 20 munnharpir við sær á konsert. Hesar 20 munnharpurnar hava hvør sín dur. Ein rættiliga stórur partur av tí sum Buddy Greene hevur givið út á fløgu, er munnharputónleikur. So fólk kunnu vænta sær eina ektaða bluegrass-gospelkonsert í Nebo á Toftum 17. januar.

 

Við sær til Føroya hevur Buddy Greene samstarvsfelagan, Jeff Taylor, sum hann hevur spælt nógv saman við.

 

Buddy Greene og Jeff Taylor koma til Føroya, mánadagin 16. januar, og vóna at kunna fáa høvið at síggja eitt sindur av landinum, sum teir hava hoyrt um frá øðrum av fólkunum í Gaither-samtakinum, sum hava vitjað í Føroyum.

 

Atgongumerki fáast á www.gjamma.com.