El-bilar, heilsu­­renn­ing og heilsu­kafé

Í sambandi við torra­heilsu­renn­ing­ina og heilsukaféina, var av­tala gjørd við SEV um at sýna fram el-bilar í Klaksvík

Dávur Winther

Hetta varð gjørt nið­an fyri Klaksvíkar Sjúkra­hús sam­stund­is sum heilsurenn­ingin og heilsu­kafé­in fóru av bakkastokki.
Formaðurin í Heilsu- og Um­hvørvisnevnd býráðsins, Auð­unn Konráðsson, setti torr­a­heils­ur­enningina í gongd og takk­aði Treysti fyri ágrýtni teirra í eini ítrótt, sum øll kundu vera við. Og tað var eisini støðan henda dagin, heilt ung, ein hund­ur og heilt upp í 70-ára aldur vóru við. Hevur tú hamp­u­ligar skógvar og ert í­lat­in eftir veðrinum, so er bara at vera við.
Aftaná at rennarnir vóru farn­ir, var høvið at royna el-bil­ar­nar hjá SEV. Fyrstur at royn­a hesar friðarligu bilar var Auðunn Konráðsson, for­mað­ur í Heilsu- og Um­hvørv­is­nevnd­ini. Tað vóru ym­isk vi­ð­ur­skifti at seta seg inn í men ógvuliga ljóðleyst fór bilurin strúkandi avstað.
Onkur tók til, at tað var sum at koyra truck - eitt sind­ur av suði - og ser­liga tá ið bil­ur­in hekk í gear­i­num, hoyrdist ljóð. Tá løddi hann uppí battaríini.
Enn eru bilarnir nakað dýr­ir at keypa og eitt av mál­u­num eru, um til ber at gera batt­ar­í­ini so lítil, at til ber at skifta tey, sum við eini el-bor­i­maskinu, heldur enn at standa leingi og løða á einum staði. Hesir bilarnir eru tó eitt áhugavert alternativ til ben­sin­bil­ar­nar, sum kunnu rokn­ast við at gerast dýrari í brúki, sum frá líður - og dálk­andi eru teir eisini.
El-kostnaðurin ligg­ur um  kr. 25,- frá Tórs­havn til Klaksvíkar.
Eftir at hava roynt bil­ar­nar, varð farið niðan á Klaks­víkar Sjúkrahús at máta blóð­trýst­ið og annars at fáa heilsugóðan mat og drekka. Í durunum stóð Aks­el V. Jo­hannesen, lands­stýrismaður í heilsumálum og tók í móti og prátið gekk lystiliga.