Tað er tætt samstarv millum KJ og føroysku alivinnuna, og hetta er eisini avgerandi neyðugt, tá virkið á Kambsdali er ein so stórur veitari til hesa vinnu, bæði við tvíkiljum, aliringum og øðrum reiðskapi, sum alivinnan brúkar. - Tætt samstarv millum okkum sum framleiðara og alivinnuna sum brúkara hevur stóran týdning í menningini av útgerð og tøkni til eina alivinnu í heimsflokki, sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen.
Hann vísir á, at KJ í løtuni er í holt við tvær tvíkiljur til Bakkafrost, sum skulu latast felagnum í summar, og seinni í heyst skal felagið eisini lata eina tvíkilju til Íslands. Hetta verða bygginummur 55, 56 og 57. Haraftrat er KJ í løtuni í holt við at projektera størstu tvíkilju, sum felagið nakrantíð hevur havt í stoypiskeiðini. Hetta er ein tvíkilja, sum verður 20 metrar long og níggju metrar breið, men enn er hesin sáttmálin ikki undirskrivaður.
Nú vit síggja, at norðmenn eitt nú byggja stórar brunnbátar við hybrid-loysnum sum drívmegi, har olja og el eru flættað, spurdu vit stjóran í KJ, um nakað røkist fyri, at vit skjótt fara at síggja fyrstu tvíkiljuna við einari el-ella hybrid-skipan. - Jú, hetta er ikki óhugsandi. Vit hava snakkað við okkara samstarvspartar og keyparar um hetta. Svarið hjá alivinnuni er: Komið við einari verkætlan, so hyggja vit positivt upp á hana.
Ólavur Asafsson Olsen ásannar, at ein slík verkætlan kostar bæði tíð og pengar, og hon er rættiliga krevjandi. Stjórin heldur ikki, at tað høvdu verið teir stóru trupulleikarnir við alternativum og orkusparandi loysnum, um alibátarnir bara vóru brúktir til at sigla út til ringarnar við og hyggja, hvussu út sær. - Men, tvíkiljurnar eru vorðnar størri og størri, og tað eru bæði kranar og spøl eisini. Tað eru tung ting, sum skulu lyftast, og tá tú arbeiðir við tí tunga, brúkar tú eisini nógva orku, sigur hann.
Ólavur Asafsson Olsen er avgjørt ikki negativur um at royna alternativar orkuloysnir, men hann ásannar eisini, at tað er rættiliga nógv virksemi í løtuni, og tað er trupult at fáa arbeiðsmegi til alt tað dagliga, sum skal fáast frá hondini. - Vit lýsa eftir fólki í heilum, men tað vísir seg at vera trupult. Í løtuni hava vit tískil einar 12-15 útlendingar at hjálpa okkum, sigur hann.
Stjórin vísir á, at tvíkiljur við hybrid-skipan ikki nýtast at vera so langt burtur, men hann ásannar eisini, at tær stóru tvíkiljurnar við einari reinari el-skipan, sum einastu drívmegi, eru neyvan beint hinu megin hornið, sum hann tekur til. - Men, eg vænti og vóni, at tað eisini innan henda partin av flotanum verða góðar alternativar og orkusparandi loysnir, sum eru grønari enn diesel, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ.
##med2##