El-linja hjá datt niður á vegin

Tað var ógreitt um streymur var á henni

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um at ein streym linja var dottin niður á vegin. Tað var á Leitisvegi í Saltangará, at hetta hendi, og linja lá tvørtur um tveir bilar og inn í ein garð.

Leitisvegur er ovarliga í bygdini, men av tí, at streymur kundi vera á linjuni, fekk kommunan boðini og hon fór at kanna málið.

Ein slakan tíma tíma seinni ringdi kommunan at boða frá, at nú var streymurin í hvussu so er tikin av linjuni, og tey fóru so undir at taka upp aftur.

Annars fór streymurin um alt meginøkið í morgun. Sev sigur, at fleiri staðni er streymurin afturkomin, men ikki í Havn, og aðrastaðni við. Men nú, klokkan gott hálvgun níggju, vænta, at streymurin kemur aftur í Havn um eina lítla løtu.

- Tað seinasta er, at beint nú er streymurin afturkomin í Havn.