Elastikk er í tølunum

N_ggja taltiltaki_ hjá Havnar Ró_rarfelag opnar dyr fyri møguleikum, sum higartil hava veri_ fjaldir í arbei_num vi_ at skriva um kappró_ur

Ólavsøkuró_urin er í morgin. Í ólavsøkubla_num fara vit at taka fepurin í FM kappingini, sum serliga í kappingini millum 10-mannaførini stendur til at bresta.
Í hesi greinini er ætlanin at taka táttin uppaftur um ró_rarhagtølini, sum Havnar Ró_rarfelag í sí_stu viku leg_i út á heimasí_u sína, drekin.fo. Hesi vór_u umrødd í sí_stu viku, tá i_ tiki_ var_ burturúr tí_indaskrivinum, sum Havnar Ró_rarfelag sendi til fjølmi_larnar.
Men tiltaki_ er so miki_ áhugavert, at ta_ eigur uppibori_ nøkur or_ frá einum, sum seinastu 10-15 árini eftir førimuni hevur roynt at gera burturúr kappró_rinum.
At ta_ nú ber til at sláa upp fyri at finna fram til, hvussu tí_irnar hava veri_ í ymsu kappingunum og á ymsu stevnunum í so mong ár er kollveltandi. Higartil hevur hetta ikki bori_ til. Ró_rarsambandi_ hevur samvitskufult goymt tí_arse_larnar frá øllum ró_runum. Men ta_ hevur ikki veri_ so stór nytta í hesum, tí ta_ hevur ikki bori_ til í eini handavend at sláa upp fyri at finna fram til, um nú talan var um met ella ikki.
Í fjør hev_i Niels Dan West áhugaverdar greinar í Dimmalætting um tøl og tí_ir á ymstu stevnunum. At greinarnar kendust áhugaverdar mundi komast av, at ta_ hevur veri_ so líti_ av svornum tilfari.
Niels Dan West hev_i sínar uppl_singar úr blø_unum. Fyri at finna fram til teir hev_i hann gjørt stórt rannsóknararbei_i. Nú hevur Havnar Ró_rarfelag so, um ta_ ber til at siga ta_ solei_is, loyst trupulleikan so væl, sum ta_ ber til. Sum vit hava skilt ta_, so eru ta_ Magni Brø_raberg og Gunnar Hansen, sum eru programmørar á Formula, sum hava sta_i_ fyri arbei_num at tasta bestu tí_irnar í øllum bátastøddum og í øllum kappingum sí_ani 1974, inn, solei_is at ta_ nú er rættuliga ómakaleyst at halda skil á.
Magni Brø_raberg grei_ir frá, at hann hevur leingi gingi_ vi_ hesum ætlanunum, og nú er ta_ ein stívur mána_i sí_ani, at teir tóku seg um reiggj fyri at fáa hetta gjørt. Nógv fólk sótu í einar tvær vikur og tasta_u inn, og úrsliti_ er fínt. Í sta_in fyri at tosa og tosa og vera ósamd um, um ta_ nú var solei_is, ella um ta_ nú ikki var heilt ø_rvísi, so ber til beinanvegin at finna fram til røttu tí_ina og rætta ári_.
Øll tey, sum fáast vi_ hagtøl í ítrótti, vita, at talan ofta er um óvissur, og at ta_ vi_hvørt er ney_ugt at fara aftur um tølini, og solei_is hevur ta_ eisini veri_ hesa fer_. Vi_hvørt hava se_larnir hjá RSF ikki veri_ nóg miki_, og so hevur veri_ ney_ugt at leita í blø_unum.
Magni nevnir sum dømi 1978, tá i_ stigatølini í kappingini millum 8-mannaførini ikki passa_u vi_ endaliga FM úrsliti_. So var_ ney_ugt at leita, og tá var_ komi_ fram til, at Nor_oyastevnuró_urin var_ tikin umaftur, og so gjørdist Kvívíkingur, sum ikki hev_i tiki_ lut í upprunaliga ró_rinum í Klaksvik, meistari.

Elastikk er í
Forma_urin í Ró_rarsambandinum, Hannis Joensen, er sjálvandi fegin um, at ta_ nú ber til at fylgja betri vi_, enn ta_ higartil hevur veri_ møguleiki fyri. Men Hannis undirstrikar, at mettí_ir í kappró_ri skulu takast vi_ øllum fyrivarnum. Hetta er naka_, sum Magni Brø_raberg eisini sigur seg vera fullgrei_an yvir.
- Útger_ina, sum vit nú brúka at máta tí_irnar vi_, hava vit n_tt sí_ani í 1991. Størsti neyvleikin er, hvussu stórur tí_armunurin er millum fremsta bátini og so hinar, sigur Hannis Joensen. Tá i_ hann skal grei_a frá hugtakinum, sum vit nevna elastikk í tølunum, sigur RSF forma_urin solei_is:
- Útger_in er solei_is, at ta_ ikki er heilt víst, at urini ver_a sett í gongd í júst somu løtu, tá i_ startskoti_ ljó_ar. Ta_ ger ta_ í nógv teimum flestu førunum, men ta_ kann koma fyri, at ta_ er ein lítil løta frá tí at skoti_ ljó_ar og inntil urini ver_a sett í gongd.
Umframt omanfyri nevnda so vísir Hannis Joensen á ta_ sama, sum Magni Brø_raberg og hinir handan n_ggja tiltaki_ hjá Havnar Ró_rarfelag hava víst á.
- Tá i_ fasti starturin ver_ur n_ttur, mugu vit rokna vi_, at bátarnir rógva sama teinin. Men ta_ er so stutt sí_ani, at fasti starturin gjørdist partur av øllum kappingunum, og ta_ kemur framvegis fyri, at talan er um leysan start, og tá er ikki altí_ heilt víst, at talan er um sama tein. Og so eru ta_ serligu vi_urskiftini, sum gera seg galdandi, tá i_ talan er um kappró_ur sammett vi_ a_rar ítróttargreinir. Her hugsi eg um ve_ur og vind og um streym, i_ hava avgerandi t_dning fyri, hvussu ró_rarnir og harvi_ tí_irnar laga seg, sigur Hannis Joensen.
Eingin ivi er í, at n_ggja tiltaki_ hjá Havnar Ró_rarfelag á heimasí_uni drekin.fo er kollveltandi, og felagi_ eigur allan hei_ur uppibornan fyri hetta kollveltandi stigi_.