Elbilar og eldsbruni: Spurningur til myndugleikarnar, Strandferðsluna og Smyril Line

Eru  myndugleikar, stovnar og feløg  fyrireikaði uppá at handfara eldsbrunar í elbilum á landsvegum, tunlum og skipum okkara? Er t.d Smyril/Norrøna fyrireikaði uppá at basa eldsbruna í einum elbili, har fleiri bilar eru á dekkinum, umframt ferðafólk umborð?

 

Nógv verður í hesum døgum tosað um grøna orku og nýtslu av hesari í  elakførum, ið fólk verða biðin keypa í mest møguligan mun.

 

Í VP ígjár kundi ein lesa grein um eldsbruna í  hybridbili í einum parkeringskjallara . Tað tók 40 sløkkiliðsmonnum 3 tímar at sløkkja eldin. Herfyri kundi ein í útlendskari pressu lesa um eld í einum Tesla, har nógvir sløkkiliðsmenn nýttu góðar 3 tímar  og 95000 litrar av vatni, fyri at sløkkja eldin.

 

Til samanberingar kann nevnast, at í vanligum bili kann líknandi eldur sløkkast eftir 15 minuttum við 2500 litrum av vatni.

 

Tað skal ikki stórt hugflog til  fyri at síggja, at serliga í tunlum og skipum kann stór vanlukka henda, um ein ikki er serstakliga væl fyrireikaður og útgjørdur at basa slíkum eldi. Eru vit fyrireikaði?

 

Tí hendan spurning.