Elcon styrkir seg við nýggjari nevnd

El-fyritøkan Elcon í Saltangará hevur fingið nýggja nevnd og formann

El-fyritøkan Elcon, sum hevur sæti í Saltangará, hevur fingið nýggja nevnd. Niclas Heri Jákupsson, sum rekur fyritøkuna Fegin, hevur virkað sum ráðgevi hjá felagnum, er valdur til nevndarformann í felagnum.

– Samstarvið verið so mikið gott og mennandi, at vit hava avgjørt at seta Niclas Hera sum nevndarformann í felagnum, sigur Karstin Joensen, sum er stjóri og eigari av Elcon.

Hann er eisini partur av nevndini, og triði nevndarlimurin er Kathrina Klakk, sum er knýtt at felagnum sum bókhaldari. 

Elcon byrjaði sum ein minni fyritøka, sum bjóðaði seg fram í lokalumhvørvinum, men hon hevur nú ment seg til fyritøku, sum hevur alt Føroyar sum arbeiðsøki. 

– Kjarnukundarnir hjá Elcon eru størri kundar – vinnan, kommunir og stovnar – at Elcon ætlar framvegis sær at røkja hendan kundabólk. Samstundis eru vit í ferð við at brynja okkum út til fasta sambandið til Suðurstreymoy, sigur Karstin Joensen.