Eldaráðið vil hava Býráðið at samráðast við Landstýrið

Á nevndarfundi í dag hevur Eldraráðið í Tórshavnar kommunu viðgjørt álvarsligu støðuna á eldraøkinum

Eldraráðið sigur í skrivi, sum í dag varð borið Heðini Mortensen borgarstjóra, at sum er, eru eini 140 borgarar í kommununi, sum hava tørv á ellis- og røktarheimsplássi, men sum ikki fáa pláss. Av hesum 140 eru eini 70, ið hava bráfeingis tørv fyri neyðini.

- Fleiri av hesum líða svára neyð og liggja meir ella minni óhjálpin heima, og fáa í fleiri førum heldur ikki neyðuga heimarøkt, sigur Eldraráðið.

Við skrivinum, sum er dagfest í dag, heitir Eldraráðið á býráðið sum skjótast at taka upp samráðingar við landsstýrið um álvarsligu støðuna innan eldraøkið í kommununi.

- Sum eina roynd at bøta um akuttu støðuna, eigur býráðið at mótmæla, at pleygudeildin á Landssjúkrahúsinum verður niðurløgd, sigur Eldraráðið.

Eisini verður heitt á býráðið um, at fáa landsstýrið at játta neyðugu fíggjarligu orkuna, soleiðis at heimarøktin kann veita nøktandi stuðul og røkt heima hjá eldri og óhjálpnum borgarum í kommununi.

Mortan Rasmussen formaður og Jákup Lindenskov skrivari hava undirskrivað brævið frá Eldraráðnum. Brævið er stílað til Tórshavnar kommunu og varð handað Heðini Mortensen borgarstjóra seinrapartin í dag.