Eldborg navngivin við bryggju í Havn

Rættiliga nógv fólk var á vestaru bryggju í Havn í dag, tá nýbygningurin og supply-skipið hjá Supply Service í Leirvík legði til bryggju og varð navngivið Tað er ikki á hvørjum sinni, at nýbygningur kemur á Havnina og verður navngivin í høvuðsstaðnum.

Men hetta hendi í fagrasta veðri í dag, tá nýbygningurin hjá Supply Service í Leirvík varð navngivin á fjølmentari hátíðarløtu.

Skipið hevði verið inni á Skálafjørðinum í morgun, og tá tímin nærkaðist til móttøkuna, sum skuldi verða, stevndi skipið suður ígjøgnum fjørðin og legði til bryggju í Havn.

Rættiliga nógv fólk var samankomið í góðveðrinum, tá nevndarformaðurin í felagnum, sum eigur skipið, Osmund Justinussen, steig á pallin og helt eina góða og upplýsandi røðu um tilgongdina og arbeiði, sum liggur aftanfyri hesa stóru verkætlan.

Tað var kona Tummas Justinussen, Eydna, sum gav skipinum navnið Eldborg.

Í øðrum kasti hjá henni brotnaði fløskan móti skipssíðuni.

Orsøkin til, at skipið ikki legði til bryggju í Leirvík, er, at tað er ov stórt til tess. Eldborg er 80 metrar long og 18 metrar breið, og eitt so stórt skip sleppur ikki inn í havnina í Leirvík.

Soleiðis varð skipað fyri hesi stórfingnu móttøku í høvuðsstaðnum í staðin.

Á bryggjuni høvdu eisini varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Bogi Andreassen og Fríðgerð Heinesen, sum áður hevur verið borgarstjóri í Leirvíkar kommunu, orðið.

Tá talur og sangur vóru liðug, bjóðaði skiparin á Eldborg, Einar Vang, øllum umborð á síggja stásiliga nýbygningin.

Eldborg kostar umleið 245 miljónir krónur, nú skipið er klárt at loysa, og í heyst kemur annar nýbygningurin hjá leirvíkingum til landið.

Ætlandi skal Supply Service hava trý skip av hesum slagi, men ein ávís óvissa er um triðja skipið, nú viðurskiftini á fíggjarmarknaðinum kring um heimin eru so ótrygg.

Eldborg hevur ein fýra ára sáttmála, nú skipið ætlandi loysir longu í morgin.

11 mans verða við Eldborg í senn, og skipið fer soleiðis at hava tvær manningar - 22 mans tilsamans, sum allir verða føroyingar.

Ísfiskatrolararnir hjá Sjóborg, Polarhav og Stjørnan, lógu báðir flaggskrýddir við Bacalao-bryggjuna, meðan móttøka var fyri Eldborg.

Hesi bæði skipini hava roynst felagnum væl, síðan tey komu í flotan í 2004, og í løtuni eru tey á gulllaksaveiði.