Eldsbruni á virki í Vági

Fyrrapartin var ein lítil eldsbruni á virkinum hjá Bakkafrost í Vági. Eldur var í eini maskinu.

 

Sum skilst var eldur í einum gummipakkningi á einum av súgvimaskinunum, ið nýttar verða at súgva fisk í land.

 

- Eldsbrunin var inni á virkinum, men skjótt varð borið at, so har hendi ikki meira, sigur átaksleiðarin, Gudmund Jacobsen.

 

Á virkinum er meira enn tann eina maskinan av hesum slag, so arbeiðið gekk brátt aftur sína vanligu gongd.