Elddópur til landsliðið í badminton

Tað var sera stinn mótstøða, ið bíðaði føroyska badmintonlandsliðnum í EM-undankappingini fyri lið.

Føroyska badmintonlandsliðið hevur um vikuskiftið luttikið í EM-undankapping fyri lið, sum varð spæld í Lendava, Slovenia. Tey, sum umboðaðu føroyska landsliðið, vóru Benjamin Gunnarstein, Nikolaj Gunnarstein, Niclas H. Eysturoy, Rógvi Poulsen, Sigrun Smith, Rannvá D. Carlsson, Brynhild D. Carlsson og Kristina Eriksen.


Landsliðið var savnað til fyrireikingar í Keypmannahavn í síðstu viku, áðrenn leiðin gekk til Slovenia, har fyrsti dystur varð spældur fríggjadagin í síðstu viku. Síðani vóru dystir eisini leygardagin og sunnudagin.

 

Les eisini: Taptu eisini seinasta dystin


Tað var ein sterkur bólkur, sum Føroyar komu í. Vertstjóðin Slovenia, Holland og Litava vóru mótstøðuliðini, sum vóru alt ov stinn til føroyska liðið, sum fyrireikar seg til oyggjaleikirnar á Jersey næsta summar.


Liðkappingin er skipað soleiðis, at spælt verður í einmansleiki hjá kvinnum og monnum, tvímansleiki hjá kvinnum og monnum og blandaðum tvímansleiki. Hetta eru fimm dystir tilsamans, og tann sum vinnur flest dystir, vinnur liðdystin.

 

Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at føroyska badmintonlandsliðið luttók í EM-undankappingini.


Úrslitini vóru hesi:


Slovenia – Føroyar 4-1

Luka Petric/Tina Kodric – Niclas H. Eysturoy/Sigrun Smith 21-7, 21-19

Alen Roj – Benjamin Gunnarstein 21-7, 21-6

Kaja Stankovic – Rannvá D. Carlsson 21-12, 21-6

Miha Horvat/Iztok Utrosa – Niclas H. Eysturoy/Nikolaj Gunnarstein 15-21, 21-15, 22-24

Nika Koncut/Ana Marija Setina – Rannvá D. Carlsson/Sigrun Smith 21-10, 21-11


Føroyar – Holland 0-5

Rógvi Poulsen/Kristina Eriksen – Ruben Julle/Alida Chen 8-21, 8-21

Nikolaj Gunnarstein – Mark Caljouw 16-21, 8-21

Sigrun Smith – Alida Chen 15-21, 7-21

Nikolaj Gunnarstein/Niclas H. Eysturoy – Ruben Jille/Jelle Maas 9-21, 9-21

Brynhild D. Carlsson/Rannvá D. Carlsson – Soraya D. V Eijbergen/Iris Brabeling 6-21, 5-21


Føroyar – Litava 0-5

Niclas H. Eysturoy/Rannvá D. Carlsson – Povilas Bartusis/Akvile Stapusaityte 13-21, 16-21

Rógvi Poulsen – Kestutis Navickas 11-21, 14-21

Sigrun Smith – Akvile Stapusaityte 15-21, 11-21

Benjamin Gunnarstein/Nikolaj Gunnarstein – Povilas Bartusis/Alan Plavin 21-18, 18-21, 16-21

Brynhild D. Carlsson/Rannvá D. Carlsson – Vytaute Fomkinaite/Gerda Voitechovskaja 11-21, 16-21