FRAMROKNINGAR
Talið av pensjónistum í Føroyum veksur alsamt. Og tað er líkt til, at tað verður hesin samfelagsbólkurin, sum fer at veksa mest næstu árini.
Hetta vísa framrokningar fyri fólkavøkstur í Føroyum, ið Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur gjørt. Sosialurin fer at viðgera hesar framrokningar meira í komandi útgávum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Drukna í pensjónistum
Nógv verður tosað um tað komandi ættarliðið av pensjónistum og teir trupulleikar ella avbjóðingar, sum hesi fara at merkja fyri samfelagið.
Og sambært framrokningunum er nakað um prátið.
Í framrokningunum hyggja vit eftir tveimum samfelagsbólkum: Fólk í aldrinum 25 til 65 ár, sum vit kunnu rópa fyri fólk á arbeiðsmarknaðinum. Tey eldru enn 65 bólka vit í pensjónistabólkinum.
Sum tað sæst aðrastaðni á síðuni verður mett, at talið av pensjónistum veksur við 3.571 persónum komandi 27 árini, t.e. í 2030. Sama tíðarskeið veksur talið av teimum 25 til 65 ára gomlu við 3.072. Við øðrum orðum vil hetta siga, at tann samfelagsbólkurin, sum krevur størsta røkt, veksur skjótari enn bólkurin, sum skal verður grundarlagið fyri vælferðini. Lutfalsliga veksa pensjónistarnir nógv skjótari enn aðrir samfelagsbólkar, men eisini í tali liggur hesin bólkurin á fyrsta plássi.
Tað er áhugavert, at vøksturin í tali av pensjónistum veruliga byrjar at seta ferð á um eini fimm ár ? í 2008. Àðrenn 2008 fylgja tey 25 til 65 ára gomlu ógvuliga væl við, men síðani byrjar ein týðiligur vøkstur hjá pensjónistum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Størsta avbjóðingin
Sjálvur metir Magni Laksáfoss, at vit við hesum framtíðarmetingum av pensjónistum standa yvirfyri størsta avbjóðingini komandi tríati árini.
- Føroyska samfelagið eigur eina ovurhondsstóra avbjóðing fyri framman, sigur ein avgjørdur Magni Laksáfoss.
Avbjóðingin verður í størsta mun at fíggja ansingina av teimum eldru og at finna fólk til hesar uppgávur.
- Eitt er, at tørvurin á røktarheimum og búplássum veksur. Men tørvurin á arbeiðsmegi veksur eisini. Tað eru serliga tey yvir 80 ár, sum verður mett at vera ?røktartung?. Mynstrið í hesum í bólkinum er tað sama sum við pensjónistum yvirhøvur - nevniliga at vit fáa dupult so nógvar røktartungar pensionistar komandi árini - frá 613 í 1970, 1708 í 2003 til knappar 3000 í 2030. Siga vit, at tað skulu tvey starvsfólk til hvørt røktarheimspláss, so er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at tað skal nógv til, um hetta skal ganga upp, sigur Magni Laksáfoss.
Sambært búskaparfrøðinginum verður neyðugt millum annað at effektivisera almenna sektorin.
- Trupulleikarnir skulu eisini síggjast í ljósinum av, at vit framhaldandi minka um Ríkisveitingina og yvirtaka málsøkir. Hetta merkir jú at vit bæði minka um okkara inntøku, samstundis sum vit "brúka" fólk til onnur ting enn til tey gomlu. Tvs. at vit gera tað enn truplari at taka móti avbjóðingini, sigur Magni Laksáfoss.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pensjónistar flyta ikki
Framrokningarnar ? bæði hesar og tær í komandi bløðum ? byggja á ta fortreyt, at eingin størri búskaparkreppa verður í Føroyum eins í fimtiárunum ella nítiárunum. Somuleiðis verður ikki roknað við einum ovurstóran øktum eftirspurningi eftir arbeiðsmegi í Føroyum, sum eitt nú kundi gjørt seg galdandi við einari umfatandi oljuvinnu í Føroyum.
Men pensjónistar eru tann samfelagsbólkur, sum er lættast at arbeiða við í sambandi við framrokningar.
- Hesin bólkur hevur eina ógvuliga konstanta adferð. Tey flyta nevniliga ógvuliga lítið, og mett verður, at gongdin hjá bólkinum ógvuliga sannlíkt verður soleiðis sum framrokningarnar vísa, sigur Magni Laksáfoss.
Framrokningarnar eru gjørdar eftir Sverdrup modellinum, sum verður nógv nýttur í sambandi við tílíkar framrokningar. Fleiri vilja óivað halda, at ikki gevur nakað rætt býti, tí fleiri í undir 25 ár ella yvir 65 ár eru á arbeiðsmarknaðinum. Tað er eisini rætt, men ætlanin er fyrst og fremst at vísa ein høvuðstendens. Harumframt eru eisini mong eldri enn 25 ár undir útbúgving ella ikki aktiv á arbeiðsmarknaðinum.
Lesið meira í Sosialinum í morgin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Àr
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fólk
2003
23.609
2005
24.169
2008
24.866
2010
25.149
2015
25.850
2020
26.317
2030
26.681
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$25 - 65 ára gomul
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pensjónistar 65-
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Àr
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fólk
2003
6.341
2005
6.456
2008
6.807
2010
7.136
2015
7.949
2020
8.670
2030
9.912