Hóast undirritaða um dagarnar í lesrabrævi ikki fekk nevnt eldradepilin i Kollafirði, so merkir hetta ikki, at eldradepilin er farin í gloymskuna. Fyrireikingarnar av nýggja ellisheiminum í Havn og eldradeplinum í Kollafirði fara bæði í gongd samstundis komandi ár, og er játtan sett av til bæði endmálini í fíggjarætlanini. Vit hava framskundað eldradepilin í Kollafirði, sum annars skuldi vera bygdur í 2024-25, tí depilin hevur bráskund. Umstøðurnar á sambýlinum í Kollafirði eru ikki tíðarhóskandi, so tí áliggur tað okkum at fáa bygt nýggja depilin sum skjótast.
Ætlanin er at byggja ein eldradepil við umleið 24-30 plássum, blandað røktarbúpláss, umlættingarpláss og atknýttar røktaríbúðir. Harumframt verður eisini dagtilhald og góðar venjingarumstøður. Àðrenn endalig støðutakan verður um staðsetingina er ætlanin at hava ein borgarafund, har bogarar í Kollafirði kunnu siga sina hugsan. Annars kann leggjast afturat, at vit í hesum valskeiðnum hava fingið eitt hugnaligt dagtilhald í Kollafirði og um stutta tíð verða eisini nýggjar og góðar venjingarumstøður í ítróttarhøllini.
Annika Olsen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu