- At kommunurnar fara at røkja hesa ovurstóru og týdningarmiklu uppgávu á fullgóðan hátt, eri eg onga løtu í iva um. Kommunurnar hava prógvað, at tær megna at loysa stórmál og røkja týdningarmiklar uppgávur, sum landið hevur latið teimum, so hví skal tað verða øðrvísi galdandi, tá ábyrgdin kemur til okkara eldru?
Annika Olsen fegnast um, at eldraøkið nú er lagt til kommunurnar. Hon ivast ikki í, at tær á fullgóðan hátt megna at røkja økið. Hon skrivar, at eldraøkið var lagd undir eina og sama myndugleika, til tess, at vald og gjald kundu fylgjast at, og at tænasturnar kundu koma nærri okkara eldru.
- Kommunurnar hava longu nú víst stórt fyritakssemi, og lagt nógva orku í at fáa økið at virka væl til sjálva yvirtøkuna, og eiga føroysku kommunurnar rós fyri stóra áhugan, eldhugan og arbeiðinum, tær longu nú hava sýnt økinum, skrivar landsstýriskvinnan.
Eldraøkið, sum landsstýriskvinnan áður og aftur nú nevnir størstu almennu nýskipanina, hevur nú samlað um 1.000 starvsfólk undir einum og sama myndugleika.
- Gamaní verða tað nógvar avbjóðingar hjá teimum 8 kommunalu samstørvunum at loysa bæði nú og framyvir. Tað verða uttan iva fleiri “barnasjúkur” til at byrja við, men eg eri sannførd um, at við tíðini kemur eldraøkið at liggja í einari tryggari legu, skrivar Annika Olsen at enda.