AT vælferðarsamfelagið er ikki fullkomið, er ferð eftir ferð staðfest á hesum stað. At vælferðarsamfelagið framvegis hevur síni álvarsligu lýti, sóu vit, tá vit í blaðnum lósu um ein mann, sum í 10 ár hevði búð óhjálpin í einum kamari, sum var 10 fermetrar stórt.
Í sama blað varð upplýst, at eini 500 fólk standa á bíðilista fyri at sleppa inn á ellis- ella røktarheim. Um hetta ikki er skomm, so er hetta eitt álvarsamt varskó til okkara politikkarar, tí hesa støðu kunnu vit sum framkomið samfelag ikki góðtaka.
SJÁLVANDI ber ikki til í eini handavending at byggja fleiri ellis- og røktarheim. Tey kosta ikki bara nógv at byggja, men tey kosta sanniliga eisini at reka. Harafturat sansar av álvara at í røktarskipanini, sum heldur ikki fær fíggjarligu endarnar at røkka saman í ár.
TAÐ er frálíkt at fáa kannað, hvat bagir røktarskipanini - heimahjálpini - men vit áttu eisni latið eina eldranevnd kannað alla støðuna til botns, eins og gjørt eitt álit um, hvussu vit skipa okkara eldrapolitikk í framtíðini, tí tað er greitt, at tað verða lutfalsliga alsamt fleiri eldri fólk.
HETTA er ikki løtuverk, men eitt arbeiðið, sum átti at verið sett í verk sum skjótast, so vit vita, hvussu støðan verður um fimm ár, 10 ár o.s.fr. Somuleiðis áttu vit at umrøtt, hvørjir alternativir møguleikar eru. Nógvir eru teir, og fleiri verða longu royndir kring stóran part av landinum.
EFTIR at brotasjógvarnir høvdu lagt seg eftir skrædlið, kundu vit hóast alt staðfesta, at okkara vælferðarsamfelag - í øllum føri grundvøllurin - ikki var farin av lagi, men helt, hóast búskaparliga grunnbrotið avdúkaði veikleikar í vælferðarsamfelagnum, sum er bygt upp seinastu 40 árini.
JAVNAÐARFLOKKURIN setti út í kortið, hvussu vit bygdu upp eitt betri samfelag, sum hevði pláss fyri øllum, og sum gav øllum møguleika at royna seg. Nógv av teimum gomlu droymdu ikki um, at vit komu so langt ávegis eftir so stuttari tíð, sum vit gjørdu. Flokkurin, sum nú hátíðarheldur 70 ára dagin fyri politiska virkið á tingi, og 100 ára føðidagin hjá einum av slóðarunum, eigur ongatíð at sleppa hesi kós, men alsamt rætt auppaftur, og vísa, at hann eigur hugsjónirnar og uppskotini um, hvussu vit eisini skipa samfelagið fyri tey eldru.