Eldrasambýlið á Strondum liðugt

Almenn móttøka verður í nýggja eldrasambýlinum á Strondum leygardagin, har øll eru vælkomin.

Almenn móttøka verður í nýggja eldrasambýlinum á Strondum leygardagin 23. mai frá klokkan 14. Móttøkan er í samband við, at eldrasambýlið nú er liðugt. 

 

Ein skrá er løgd fyri móttøkudagin, og tað verður borgarstjórin í Sjóvar kommunu, sum fer at bjóða vælkomin.

 

Eftir vælkomstrøðu verður sangur, og síðan fer Pole J. Hansen, formaður í bygginevndini, at greiða frá gongdini - frá ætlan til veruleika.

 

Við móttøkuna verður navnið á sambýlinum eisini avdúkað, og orðið verður frítt til talur, eins og sangur eisini verður at hoyra.

 

Sjóvar kommuna fer eisini at bjóða okkurt til matna, og øll eru hjartaliga vælkomin til almennu móttøkuna á Strondum.