Eldri kvinna fekk hvítt pulvur


 

Tá postboðið í Klaksvík hevði verið runt í húsunum mánamorgunin, fekk ein eldri kvinna ein rættiligan hvøkk.

Tá hon lat eitt bræv upp, datt hvítt pulvur úr brævbjálvanum. Hon boðsendi løgregluni beinanvegin, og hon hevur verið á staðnum og kannað málið.

Hetta verður tó ikki hildið at vera nakað álvarsamt. Kvinnan er ikki kannað á sjúkrahúsinum, men hon hevur fingið at vita, hvørji sjúkueyðkennini eru, um tað skuldi víst seg, at talan er um miltbrand.

Tað vil siga, at løgreglan heldur ikki, at hetta hevur nakað upp á seg.

Brævið er sent úr Danmark. Tað er tó óvist, hvør hevur sent brævið, og hvør hevur lagt pulvur í brævbjálvan.