Hans Olivur Joensen
----------
Haydn og Kór Føroya Symfoniorkesturs
Fyrsti partur av konsertini var framførsla av kórverkinum "Missa in angustiis" eisini nevnt "Nelson Messa". Verkið er skrivað síðst í 1790unum. Haydn hevur skrivað tólv messur og hendan var ímillum tær síðstu seks, hann skrivaði. Hetta tíðarskeiðið verður mett sum hæddarpunktið í hansara liturgiska kompositiónsvirksemi. Verkið bleiv framført av symfoniorkestri, úrvælskóri og fýra ungum útlendskum sangsolistum.
Tónleikurin og latínski teksturin vekja kenslur, sum fevna frá djúpum vónloysi til stóran fagnað. Verkið er skrivað í tíðini beint undan at oratoriið "Skapanin" var skrivað. Á konsertini leygarkvøldið hoyrdist og sást skjótt, at bæði orkestur, dirigentur og sangarar vóru væl fyri. Verkið er býtt í satsir, sum svara til katólsku messuna við pørtunum Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus Dei. Nakrir av hesum pørtum vóru býttir í minni partar. Verkið vardi í umleið 40 minuttir. Tónleikurin peikaði í støðum aftur í móti baroktónleiki. Fleiri av satsunum vóru lívligir, serliga 2. satsur, 3. satsur og endin. Verkið er skrivað fyri 4 sangsolistar, tveir kvinnuligar, sopran og mezzosopran og tveir mannligar, tenor og bass. Tað var tó serliga sopranrøddin, sungin av norsku Lina Johnson, sum hevði størsta sangleiklutin. Ein stuttur partur í 2. parti var sungin av bassinum Thomas Christian Sigh. Hinir solistarnir vóru mezzosopranurin Diana P. Vistisen og tenorurin Otte Ottesen. Í 3. parti var bert kór og orkestur. Sum heild eitt orkumikið tónleikaverk við einum veti av eingilskum tóna í sær. Kórparturin í hesum verkið var sera stórur og berandi. Burtursæð frá at balansan millum solistarnar ikki altíð var heilt góð og einkultum ikki heilt neyvum innsatsum frá kórinum, var talan um eina góða og væleydnaða framførslu.
Frumframførsla av ”The Puzzle”
Aftaná kórverkið hjá Haydn var steðgur. Áðenn frumframførsluna hjá Tróndi Bogasyni, vóru ymiskar broytingar gjørdar í uppstillingini, m.a. kom flygil, umframt ymisk slagverk á pallin. Tróndur Bogason fekk í summar prógv sum komponistur á konservatorium í Keypmannahavn. Symfoniorkestrið hevði umbiðið verkið til hesa konsertina. Við einum sentralum klarinettlagi, glíðandi tónum og rútmiskum avbjóðingum í violinum, alternativum sláiteknikki á sello, jarnplátu (thunderplate), sum verður rist og skapar eitt torukent ljóð saman við stórari basstrummu, gonggong og minimalistiskum klaverfigurum, hoyrdu við nýggja verkið The Puzzle. Prinsippið í verkinum er ein uppdeiling av orkestrinum í instrumentbólkar við ymiskum motivum ella klangum, sum verða settir upp ímóti hvørjum øðrum á ymiskan hátt. Tá hesir ymisku bólkar verða settir saman ljóðliga, gerst tað ljóðbílæti fullkomuliga øðrvísi enn í traditionellum harmoniskum tónleiki, hetta krevur at komponisturin hevur serligan kunnleika til tey ljóðføri sum skulu nýtast. Har vóru bæði neoklassisk og atonal eyðkenni í tónleikinum. Talan er um eitt vælsamanhangandi verk uppá góðar 15 minuttir, rytmiskt variera, tó við nøkrum fáum meira miðleysum pørtum.
Virðislønir frá Jacob Gade grunninum
Eftir framførsluna kom Holger Bisgaard, formaður fyri Jacob Gade grunnin, fram á pall at halda røðu. Hann greiddi frá pørtum av lívsleiðini hjá Jacob Gade (1879-1963), frá Vejle til Keypmannahavn og víðari til New York og um, hvussu kendasta verkið hjá Jacob Gade "Tango Jalousie" gjørdist kent um allan heim, aftaná at tað var innspælt í 1938. Floytuspælarin Mia Káradóttir og violinleikarin Heiðrun Petersen fingu báðar virðisløn á 15.000 kr. hvør, og Symfoniorkestrið eina á 50.000 kr. og musikkskúlin fekk fleiri virðismikil ljóðføri til láns frá grunninum. Síðan tók Toke Lund næstformaður í grunninum orðið og at enda takkaði Bo Isholm leiðari á Tórshavnar Musikkskúla grunninum fyri sýndan heiður. Síðani var farið víðari í skránni.
Tríggir solistar og Symfoniorkestrið
Klaverkonsertin hjá Grieg (1843-1907) í A-mol er eitt sera vældámt og kent verk. Talan var nú um romantiskan tónleik. Verkið er frá 1868 og er einasta lidna klaverkonsertin hjá honum. Hann arbeiddi við at gera eina klaverkonsert i H-mol í 1882-83, men hon gjørdist ongantíð liðug. Klaversolistur var Elisabeth Westenholtz, sum hevur spælt í Føroyum áður. Elisabeth Westenholtz var vælleikandi og samspælið millum dirigentin Bernhard Wilkinson, orkestur og klaverleikaran riggaði heilt væl, tá temaið skifti frá orkestri til solist og umvent. Verkið er í trimum satsum, fyrsti satsur hevur eitt sermerkt byrjannartema. Í 2. satsi, sum var meira stillur, var leikluturin hjá klaverinum nakað minni, meðan 3. og síðsti satsur var meira lættur og lívligur og partvíst dramatiskur. Seinni í hesum satsi kom eitt vakurt tema, fyrst í orkestrinum og síðani í klaveri. Satsurin broytist rútmiskt á ein áhugaverdan hátt til síðst. Hesin satsur fer niður í tempo í finaluni, men verkið endar við øllum orkestrinum, bæði strúkarum, blásarum og paukum endar við stórari styrki í A-dur. Aftur ein væleydnað framførsla bæði hjá orkestri og solisti.
Tá Mia Káradóttir kom á pallin við tvørfloytu at framføra Andante í C-dur hjá Mozart, hevði konsertin vart í næstan 2 1/2 tíma. Mia Káradóttir spældi væl og hevði eitt vakurt vibrato í sínum spæli. At enda framførdi orkestri saman við Heiðrun Petersen "Tango Jalousie" hjá Jacob Gade. Hon spældi reint og sannførandi, við góðum tóna, á violinina.
Lurtarin avbjóðaður stílsliga
Samanumtikið var talan um eina fjølbroytt samansetta skrá. Tað var eitt sindur trupult at síggja tann reyða tráðin í vali av verkum.
Ein so fjølbroytt skrá krevur eisini nógv av áhoyrarunum stílsliga. Alt í alt ein tónlistarliga væleydnað konsert, har vit hoyrdu gamlar og nýggjar tónar frá bæði ungum og royndum tónleikarum. Eisini var hugaligt at síggja, at talið av yngri tónleikarum í Symfoniorkestrinum er støðugt vaksandi.