Beint fyri klokkan tvey sunnunáttina hendi eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri.
Trý fólk vóru á veg til hús tá tvey teirra vóru yvirkoyrd beint omanfyri krambúðina hjá N. J. Mortensen.
Sýnið var vánaligt tá óhappi hendi - regn og vindur var - og ikki bøtti tað um umstøðurnar, at gøtuljósini í býnum eru sløkt um hesa tíðina.
Tað sum harafturímóti var stak heppið var at bilførarin var sera ansin og koyrdi ikki meir enn einar 10-20 km um tíman tá tað brast.
Tey yvirkoyrdu fingu nokk so stóran snudd av óhappinum.
Kvinnan, sum er 75 ár og situr í koyristóli, breyt lærbeini og undirleggin, meðan maðurin, sum nýliga fylti 82 ár, breyt undirleggin.
Forrúturin á bilinum brotnaði av tí at maðurin datt upp á motorlúkuna á bilinum og slóg høvdið í rútin.
Maðurin, sum fylgdi við teimum báðum eldru, koyrdi stólin við kvinnuni, var heppin, tí hann gekk við síðuna av stólinum tá tað tók og ikki aftanfyri.
Á henda hátt slapp hann púra snikkaleysur frá óhappinum.
Fyrstu ferð
Tað er sjálvandi, at eitt slíkt óhapp kemur illa við. Fyrst og fremst hjá teimum sum eru innblandað í óhappi, men eisini býráðsskrivstovuni.
Gøtuljósini verða sløkt um næturnar og tað eru ikki øll, sum eru á einum málið um hvørt hetta er rætt ella ikki.
? Gøtuljós lýsa best tá tað er myrkt er, er eitt argument.
Men tað er tó ivasamt um hetta óhappið kemur at gera at gøtuljósini á Tvøroyri í framtíðini fara at lýsa um næturnar.
Páll Vang, býráðsformaður sigur í eini stuttari viðmerking at hann er sera harmur um tað sum hendi og at hann ynskir teimum báðum raktu góðan betring.
? Hetta er tíbetur fyrstu ferð at vit hava havt eitt ferðsluóhapp av slíkum slag og her á Tvøroyri hava vit sløkt gøtuljósini um næturnar nú í seks ár.
Vanligt er at ljósini verað sløkt fimm vikur fyri jóansøku og tendrað aftur eina viku eftir ólavsøku, men í ár vórðu tey ikki sløkt fyrr enn hósdagin í farnu viku - tríggjar vikur fyri jóansøku.
Í teimum ringu tíðunum vóru ljósini sløkt um næturnar alt árið, so tað er heldur frægari nú.
Ljósini verða sløkt av spariávum. Páll Vang dugir ikki at siga í løtuni hvussu nógv kommunan sparir í verandi støðu, men hann sigur at tá ljósini vóru náttarsløkt alt árið, spardi kommunan millum 35 og 40 prosent av kostnaðinum.
Fer hetta óhappið at gera at gøtuljósini í framtíðini fara at lýsa um náttina?
? Tað dugi eg ikki at siga tær, tíverri, men sum eg segði frammanundan, so er hetta fyrsta óhapp, sum vit vita um, og eftir tí eg havi frætt var talan um eitt samanfall av keðiligum umstøðum, so sum ringt sýnið, regn og vindur, umframt tey sløktu gøtuljósini.
Aðrar kommunur hava brúkt tann mátan bara at sløkkja annað hvørt gøtuljós. Kann hetta ikki eisini gerast á Tvøroyri?
? Tað fái eg ikki sagt tær í løtuni, tíverri. Eg veit ikki, um tað tekniskt ber til bert at sløkkja aðruhvørja lykt, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, at enda.