TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við veteranin hjá VÍF, Agnar Joensen, sum gjørdi comeback í bestu hondbóltsdeildini í dag. Samrøðan var gjørd aftaná 27-23 sigurin hjá VÍF á Kyndli.
Agnar staðfestir, at teir eldru spælararnir hava eitt sindur lagaligari treytir, og longri snór, eisini sæð í ljósinum av, at talan er um spælarar, sum eru familjumenn. Tí er løtan er búgvin til eitt comeback.
Agnar heldur, at teir í VÍF vóru neyvari í avgerandi løtum enn Kyndil, og tí koppaði tað teirra veg. At støðan var 21-21 tá sjey minuttir vóru eftir nervaði ikki Agnar. Tí, sum Agnar slær fast, so gongur tað ræðuliga skjótt í hondbólti.
Dysturin millum Neistan og KÍF í Havn endaði 22-23 (11-12) til KÍF. Ígjár vann H71 37-24 á Team Klaksvík norðuri í Klaksvík.
Støðan í FTZ deildini :