Eldsbruni beint við rennibreytina á Jersey

OYL 15 : í gjárakvøldið kom eldur í eina garasju, sum liggur beint við rennibreytina á Jersey

Klokkan 19.45 fingu øll, sum vóru á og kring rennibreytina, F.B. Fields á Jersey ein hvøkk. Knappliga sást og kendist ein ramur eldroykur.

 

Eldur var komin í eina garasju við eini sethús, sum liggja fáar metrar frá rennibreytini. Hetta hendi júst tá Bjørk Herup Olsen og tveir aðrir íðkarar kappaðust í 3.000 metrum forðarenning.

 

Sløkkiliðið var tíbetur skjótt á staðnum og fekk bast eldinum, so eingin vandi stóðst av tilburðinum. Men eina løtu kendist tað rættiliga dramatiskt hjá okkum, sum vóru á økinum.