Eldsbruni í Kvívík

Mánadagin seinnapart kom eldur í eini eldri hús í Kvívík. Eldur var í takinum, men sløkkiliðið fekk beinanvegin tamarhald á eldinum

 

Mánadagin vóru menn í holtur við at skifta takið á einum eldri húsum, sum standa niðalaga í bygdini.

Tá nýggja takið verður lagt á, skal tjørupapp brennast á skoytini í takplátunum. Tað er av hesum, at eldur er komin í tekjuna.

Ivan Klein Olsen, sýslumaður í Vestmanna, upplýsir, at eldur er komin í bjálvingina millum skins og hold. Bjálvingin er flamingo, og hetta evnið er sera eldfimt. Hetta slagið av bjálving verður tí ikki nýtt longur.

Eldurin varð fráboðaður klokkan 16.40, og hálvan tíma seinni var alt liðugt. Kvívíkar kommuna hevur eitt sløkkilið og ein sløkkibil, og hesi vóru á staðnum. Tað er kanska ikki á hvørjum degi, at Kvívíkar sløkkilið hevur útrend.

Lítil skaði stóðst av eldsbrunanum. Nakað av vatnskaða stóðst og eitt sindur av roykskaða, men annars ikki nakað álvarsamt.