Eldur í Bónus í Hoyvík

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn váttar eldsbruna í Bónus.

Fyri løtu síðani fóru tríggir brandbilar niðan í Hoyvík. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir fyri in.fo, at talan er um eldsbruna í Bónus. 

 

Enn vita vit ikki, hvussu umfatandi skaðin er, ella hvar eldur er komin í. 

 

In.fo hevur fólk á staðnum, og sum skilst er nógvur roykur, sum letur til at koma úr lagrinum hjá handlinum. 

Fleiri brandbilar og løgreglubilar eru á staðnum og nógvur roykur stendst frá handlinum. 

 

 

 

In.fo fylgir málinum.