Eldur í bili í morgun

Klokkan gott sjey í morgun fekk Brandstøðin boð um at eldur var í einum bili í Eysturbýnum. Sløkkiliðið var skjótt á stanum og fekk sløkt eldin. Tað var tíggju minuttir yvir sjey í morgun, at Brandstøðin fekk boð um eld í einum vøruvogni í Eysturbýnum.

Tað var onkur, sum kom framvið, ið varnaðist royk úr bilinum og boðaði frá.

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og Annfinn Reinert, innsatsleiðari sigur, at tað gekk skjótt og væl at sløkkja eldin.

- Sum so ofta kemur fyri, tá eldur er í einum bili, er tað har frammi, at skaðin hendir. Í hesum førinum var tað serliga setrini framman og instrumentbrettið, ið fingu skaða, sigur Annfinn Reinert.

Eingin var í bilinum, tá eldur kom í, og tí dugdi innsatsleiðarin ikki at siga, hvussu eldur uppstóð.

Bilurin var bugseraður niðan á Akstovuna til kanningar, men enn er ikki greitt, hvør orsøkin til eldin í morgun var.