Eldur í bili og oljudálkingar

Tað hevur veirð stak friðarligt hjá løgregluni um vikuskiftið, og bert í einum føri vóru teir boðsendir til harðskapsmál, sum tó ikki var álvarsligt.

Tveir tilburðir vóru um vikuskiftið, har eldur og roykur mundu gjørt av við bilar.
Í fyrra førinum var talan um ein bil, sum eldur kom í uppi í Essalág. Ein maður hevði verið ein longri biltúr, og setti bilin í túni. Innkomin varnast hann, at tað rýkur úr bilinum, og áðrenn hann fekk tikið stig at sløkkja, var alt motorrúmið brent upp.
Bilurin bleiv koyrdur niðan á Bileftirlitið, har hann nú verður kannaður fyri at vita, hvør orsøkin til eldin var.
Hetta hendi fríggjakvøldið um 21.30-tíðina.
Leygarmorgunin um 10.30-tíðina fekk løgreglan boð um nógvan royk í Norðskálatunlinum. So tjúkt var, at bilar vendu aftur, tí teir óttaðust fyri trygdini at koyra gjøgnum tunnilin.
Av løgreglustøðini var tunnilin stongdur við bummum í báðum endum, til greiða fekst á, hvør orsøkin til nógva roykin var.
Tað vísti seg at roykurin kom frá einum bili, ið varð vorðin so heitur av einari ella aðrari orsøk. Tað kom kortini ongantíð eldur í bilin, sum síðani varð togaður út úr tunlinum aftur.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tunnilin var stongdur í einar 50 minuttir.

Olja á sjónum
Fríggjadagin um 14.00-tíðina fekk løgreglan boð um, at 200 litrar av olju vóru farin á sjógvin. Óhappið hendi, tá Drelnes bunkraði. Sløkkiliðið í Havn kom á staðið og tók oljuna upp aftur, og skipið fær nú eina bót.
Eisini í Norðdepli lak ein bátur olju á sjógvin. Hetta hendi um 16.00-tíðina leygardagin og eisini í tí førinum verður talan um bót.
Leygarnáttina vaknaði ein maður úti við Velbastaðvegin við buldur og brak. Tað vísti seg, at ein bilur hevði rent á kirkjugarðin. Løgreglan kom á staðið og handtók bilføraran, sum verður ákærdur fyri at hava koyrt ávirkaður. Eisini fann løgreglan narkotika uppi á manninum. Tveir persónar vóru í bilinum.
Annars stendur lítið og einki í døgnrapportini hjá løgregluni. Teir vóru boðsendir tvær ferðir alt vikuskiftið, fyrru ferðina til Kaffihúsið, har tveir mans spældu hund og gjørdu ónáðir. Teir gjørdu seg kortini ikki inn á nakran, men tá teir hildu fram eftir at løgreglan hevði tosað teir til sættis, varð annar maðurin tikin við á løgreglustøðina.
Seinnu ferðina var leygarnáttina, tá tveir mans komu upp at kjakast á Cleopatra, men heldur ikki her var talan um nakað álvarsamt.
Og sunnumorgunin varð boðað frá omanlopi á Viðareiðisvegnum. Hetta var kortini ikki álvarsamt heldur, log bilarnir fingu koyrt, men Landsverk ruddaði steinarnar burtur.