Trygd
Far ongantíð frá grillini. Hvørki meðan hon er í brúki ella áðrenn hon er heilt sløkt.
Grilla altið úti undir opnum himni. Ikki undir hálvtekju, trøum ella líknandi.
Hav altíð vatn nærhendis. Til dømis eina havaslangu, vatnkannu ella spann av vatni.
Oys ongantíð meira tendriløg á, tá tú hevur tendrað!!
Brúkar tú eingangsgrill, má undirlagið ikki vera eldfimt. Set grillina í sandin ella á vanligar flisar. Grillin kann geva merkir. Ansa eftir, at ongin kemur at traðka í grillina og sløkk hana væl við vatni. Verður hon brúkt á strondini, mást tú køla sandin væl aftan á. Hann kann vera fleiri hundrað stig, har grillin hevur staðið.
--
Tendra rætt
Tað eru tríggir hættir at tendra kolgrillina. Fyri allar er tað galdandi, at kol ella brikkar skulu gløða javnt, áðrenn teir verða spjaddir í eitt javnt lag í grillini.
Brúka tendriløg, spritttablettir ella pappír at tendra við. Ongantíð bensin ella spritt. Lat kolið súgva vætuna í nakrar minuttir, áðrenn tú tendrar.
1. Við tendriløgi
Legg kol ella brikkar í einar pyramidu í botninum á grillini og oys eitt javnt lag at tendriløgi yvir. Lat trekkja eina løtu og tendra. Gevur høgar logar og nógvan royk í byrjanini, so grillin skal standa í góðari frástøðu frá eldfimum tilfari. Javna kolið/brikkarnar út, tá tað er hitnað.
Brúka bara tendriløg, um grillin stendur meiri enn 2 metrar frá eldfimum tilfari.
Tekur ½-1 tíma.
2. Við tendriblokkum
Legg tendriblokkar í botnin av grillini og legg kol ella brikkar omaná. Tendra blokkarnar og bíða til kolið er reyðgløðandi og grátt.
Tekur ½-1 tíma.
3. Við grillrøri
Fyll eina hóskandi mongd av brikkum ella koli í tendrirørið (grillstartaran). Legg eitt leysliga rukkað pappír ella tendriblokkar undir ristina í grillstartaranum. Set hann í botnin á grillini, ella eitt annað trygt stað, og tendra pappírið ella tendriblokkarnar. Tá tað gløðir, verður tað spjatt út á grillbotnin.
Tekur uml. ½ tíma.
--
Reingerð
Tøm øsku úr grillini viðhvørt.
Grillin skal vera køld og glóðirnar sløktar.
Reinsa ristina við einari stálbust og vaska í heitum sápuvatni. Pensla ristina við matarolju, tá hon er reinsað. Er hon gravskitin ber til at smyrja við hana við grønsápu og leggja hana í ein plastposa í eitt samdøgur. So er lættari at vaska.