Seinastu løtuna hevur verið útrykningur í Havn, har brandbilar, løgregla og sjúkrabilur eru í Børkugøtu, tí eldur er í einum sethúsum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn váttar, at eldur er í, og at talan er um eini sethús.
- Tað er rætt, at tað er eldur í, og vit hava byrgt økið av. Men, í løtuni kann eg einki siga um, hvussu umfatandi eldurin er, og hvør støðan annars er.
In.fo fylgir málinum.