Eldur í flogfari til Oslo

Heathrow-flogvøllurin í London mátti stongja í morgun, tí eldur kom í eitt flogfar hjá British Airways, sum var á veg úr London til Oslo, og sum tí noyddist at trygdarlenda.

Sum skilst, kom eldur í høgra motor á flogfarinum, men eldurin varð sløktur skjótt og øll 75 ferðafólkini og manningin vórðu fingin úr flogfarinum í øllum góðum.

Trý fólk hava fingið viðgerð fyri smærri snuddir eftir hendingina, men annars fekk eingin nakran nevniverdan skaða av tilburðinum.