Fríggjadagin kom eldur í eini hús á Giljanesi. Politiið í Miðvági metir, at eldsbrunin er komin av einum skammlopi í sjónvarpinum, sum stóð á standby.
Væl gekk at sløkkja, men húsini eru farin rættiliga illa innan.
Ein maður lá og svav í húsunum, tá eldur kom í, men tveir ungir dreingir fingu brotið hurðina inn og hjálpt manninum út. Høvdu teir ikki gjørt hetta, hevði maðurin helst verið deyður, sigur vakthavandi á politistøðini í Miðvági.
Myndatxt: Eldur kom fríggjadagin í hesi húsini í Miðvági. Ein maður var í húsunum, men við hjálp av tveimum ungum dreingjum slapp hann út í øllum góðum
Mynd: Edvard Joensen