Tíðliga í morgun, klokkan 5.45, varð boðað frá eldi í einum húsum í vesturbýnum í Havn. Tað var eitt fólk, sum kom gangandi fram við húsunum, sum varnaðist eldin, og fekk boðað frá.
Sløkkiliðið og løgreglan kom á staðið og tá ið tey fóru inn í húsini, sóu tey, at eldur var í eini sofu, men hann hevði ikki breitt seg. Ongin var í sofuni, men ein maður lá og svav í einum øðrum kamari, men har var ongin roykur, so hann varð fingin út í øllum góðum. Av trygdarávum varð hann kortini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Sofan varð blakað út í tún, so eldurin breiddi seg ikki, men nakað av roykskaða er kortini hendur. Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í.