Løgreglan fekk um átta tíðina í kvøld boð um, at eldur var í einum sethúsum í Klaksvík. Sløkkiliðið og sjúkrabilar blivu alt fyri eitt send á staðið. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Tað er í einum sethúsum í Geilini í Klaksvík at eldur er kyknaður. Fólk á staðnum upplýsa, at nógvur roykur kemur úr húsinum og at sløkkiliðið í løtuni roynir at fáa tamarhald á støðuni.
Vakthavandi upplýsir eisini, at eingin var staddur í húsinum, tá eldurin kyknaði.
Meira um málið seinni.
Dávur Winther hevur tikið myndirnar.