Tað hevur verið nógvur vindur í nátt, men eingin skaði er fráboðaður vegna veður. Hinvegin er ein eldur fráboðaður í nátt við Norðskála.
Vakthavandi hjá løgregluni sigur, at tey fingu boð um ein eld kl. 02 í nátt. Ein kvinna og barn vórðu í húsinum, men tey komu tíbetur óskalaði frá tilburðinum. Kvinnan vaknaði av roykávaringini og fór úr húsinum við barninum. Tey vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið at kannast.
Sløkkiliðið slapp til skjótt og varaleiðarin hjá sløkkilðinum sigur, at tað gekk skjótt at sløkkja eldin.
Húsini fingu umfatandi vatn- og roykskaða.