Í nátt varð boðað frá, at eldur var í einum húsum í Skopun. Løgreglan sigur, at ein kona var í húsunum við fýra børnum, men tey sluppu út í øllum góðum, og tað eydnaðist at sløkkja eldin, áðrenn hann gjørdi stórvegis um seg,
Løgreglan sigur, at tað vísir seg, at eldur kom í av skammlopi við ein mikroovn ið stóð á einum køliskápi. Køliskáp, mikroovnur, og skotið, tey stóðu í, er brent, men annars hava húsini fingið nakað av roykskaða.
Nú verður so farið at kanna, hví skammlopið hendi fyri at staðfesta nágreiniligu orsøkina til eldin.