Eldur í húsum á Viðareiði

Fríggjadagin varð sløkkiliðið í Klaksvík boðsent til Viðareiðis ? annan dagin á rað

Eldur varð komin í eini sethús, og tá sløkkiliðið kom á staðið var nógvur roykur, men eldurin var sløktur.

Køkurin fór illa, men restin av húsunum brendi ikki. Hinvegin var nakað av vatn- og roykskaða.

Sjúkrabilur fór eisini úr Klaksvík, men eingin fólkaskaði var av eldsbrunanum