Eldur í einum bili í Klaksvík

Boð vóru fyri løtu síðani eftir sløkkiliðinum í Klaksvík, tí at eldur var í einum bili

Eldur var í einum bili í Klaksvík fyri løtu síðan. Men hann varð skjótt sløktur við einum eldsløkkjara, og tí var ikki neyðugt hjá sløkkilinum at koma við allari manningini.

Bilurin stóð á parkeringsøkinum við sjúkrahúsið.