Eldur í Faroe Ship: Gera avhoyringar í dag

Seinnapartin í gjár var eldur í einum goymslubygningi hjá Faroe Ship á Eystaru Bryggju í Havn.

Avhoyringar skulu nú gerast í samband við eldin, sum kyknaði í goymslubygningi hjá Faroe Ship á Eystaru Bryggju í Havn í gjár.

 

Tað var um 15-tíðina, at fráboðan kom um eldin, og Tórshavnar Sløkkilið fór oman á havnalagið.

 

Sambært løgregluni í morgun var klokkan umleið 18, áðrenn endaliga kundi staðfestast, at eldurin var sløktur. 

 

Vaktleiðarin visti at siga, at eldurin helst er kyknaður millum skins og hold, men enn eru tær kanningarnar ikki gjørdar.

 

- Vit fara eisini at gera avhoyringar í dag, og tá fæst helst ein betri mynd av tí, sum hendi, leggur løgreglan aftrat.

 

At síggja til, hevur eystari skjøldur í bygninginum hjá Faroe Ship fingið stóran skaða.

 

##med2##