Eldur í hoyggjhúsi í Hvalba

Stutt eftir døgurða kom fráboðan um, at nógvur roykur kom úr einum hoyggjhúsi í Hvalba.

Stutt eftir døgurða kom fráboðan um, at nógvur roykur kom úr einum hoyggjhúsi í Hvalba.

 

Tað gekk bert stutt løta, so vóru sløkkilið, politi og sjúkrabilur á staðnum.

 

Nógvur roykur kom sum nent úr hoyggjhúsinum, men fólk sóu ongantíð nakran veruligan eld.

 

Hoyggið var fingið úr hoyggjhúsinum, og tað gekk ikki so long tíð, so var eingin roykur at síggja heldur.

 

Myndirhar hevur Poul Laust Christiansen tikið.