Eldur í húsum mitt á Tvøroyri

Løgreglan sigur, at talan er um stóran eld

Fyri eini løtu síðani fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum húsum mitt á Tvøroyri. Løgreglan sigur, at tey fingu at vita, at talan var um stóran eld. Tey hava sent sløkkilið, sjúkrabil og løgreglu á staðið, ognú verður arbeitt upp á at sløkkja eldin. Tað er tætt ímillum húsini, har eldurin er, so tað snýr seg eisini um at tryggja grannahúsini, sigur løgreglan