Sambært Houthi-bólkinum er talan um tangaskipið, Marlin Luanda. Hernaðarligi bólkurin heldur upp á, at skipið er bretskt. Men, skipið er sveisiskt. Flutningsrisin Trafigura eigur skipið.

Eldur í tangaskipi eftir álop út fyri Jemen

Eitt talsfólk fyri sveisiska flutningsrisan, Trafigura, sigur í kvøld, at skipið er teirra, og at eldur er í Marlin Luanda, sum er rakt av rakett.

Sambært Houthi-bólkinum er talan um tangaskipið, Marlin Luanda. Hernaðarligi bólkurin heldur upp á, at skipið er bretskt. Men, skipið er sveisiskt. Flutningsrisin Trafigura eigur skipið.

Eldur er í einum oljutangaskipi hjá sveisiska flutningsrisanum, Trafigura, og hernaðarligi Houthi-bólkurin í Jemen hevur tikið ábyrgdina av álopinum á skipið.

 

Skipið varð álopið, meðan tað var statt einar 110 kilometrar í ein landsynning úr havnarbýnum, Aden. 

 

Tað var fyrr í kvøld, at bretska tryggingarfelagið Ambrey boðaði frá, at eitt handilsskip er álopið, og at eldur var í skipinum.

 

Sambært tryggingarfelagnum hevur eingin av manningini fingið skaða.

 

Sambært Houthi-bólkinum er talan um oljutangaskipið, Marlin Luanda, sum er álopið, og hernaðarligi bólkurin heldur upp á, at skipið er bretskt. 

 

Eitt talsfólk fyri sveisiska flutningsrisan, Trafigura, sigur fyrr í kvøld, at skipið er teirra, og at eldur er í Marlin Luanda, sum er rakt av rakett.

 

- Felagið visti eisini at siga, at eldsløkkiútgerðin umborð er í gongd, og tað er í stýriborðssíðu, at eldurin er, skrivar eitt nú tíðindamiðilin, NTB.

 

##med2##

 

 

 

Sambært Houthi-bólkinum er talan um tangaskipið, Marlin Luanda. Hernaðarligi bólkurin heldur upp á, at skipið er bretskt. Men, skipið er sveisiskt. Flutningsrisin Trafigura eigur skipið.

Á hesum kortinum sæst áleið, hvar oljutangaskipið Marlin Luanda varð álopið í kvøld.